At bora eftir olju er virksemi, sum ofta sæst aftur, tó mest á botninum kring boriðstaðið.
Fyri at vita um árin eru av boringini, skulu feløg, sum bora á føroyskum sjóøki gera kanningar av botninum, bæði áðrenn boringin byrjar og eftir at boringin er endað.
Áðrenn farið verður undir at bora, skal fyristøðufelagið lata Umhvørvisstovuni eina kanningarskrá, sum neyvt útgreinar, hvørjar kanningar felagið ætlar at gera, hvussu nógv sýni verða tikin, o.s.fr. Kanningarskráin skal vera góðkend áðrenn byrjað verður at bora.
Kanningarnar skulu gerast sambært altjóða góðkendum leiðreglum fyri slíkum kanningum, fyrst og fremst OSPAR Guidelines for Monitoring the Environmental Impact of Offshore Oil and Gas Activities
og/ella vegleiðingina hjá Miljødirektoratinum í Norra Guidelines for offshore environmental monitoring.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo